Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið skipaði fyri Rørslufagnaði fyri fyrstu ferð í Havn í fjør, og í ár hevur Rørslufagnaðurin umframt í Havnini, eisini verið í Vági og Sunda kommunu fyri fyrstu ferð.

Tað er fantastiskt at síggja, hvussu tiltakið verður móttikið kring landið. Sunda kommuna var í dag vertur fyri Rørslufagnaðin í samstarvi við Fólkaheilsuráðið við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Eini 400 fólk vóru savnað til eina fagnaðarløtu við Margáir.

11 bygdir eru í Sunda kommunu, og tí var gott at síggja børn og ung úr øllum dagstovnum og skúlum, vaksin og eldri borgarar úr ymiskum bygdum savnað á einum stað til hetta nýggja tiltakið, ið leggur dent á at røra seg saman við øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt. Hóast veðrið ikki var av tí besta, var hetta ikki ein forðing fyri góðari undirtøku.

Fólk møttust til eina undirhaldandi upphiting við Bárði Persson og trimum frískligum dansarum í ABC litum, og Heðin Zachariasen borgarstjóri helt talu. Síðani taldi øll fjøldin saman upp í tíggju til Heðin Zachariasen klipti bandið og fagnaðargongan kundi byrja.

Sólin kagaði fram og lagið var gott á luttakarunum, tá gongan fór gjøgnum Streymnes og Hvalvík við borgarstjóranum við hátalara á rygginum, sum spældi frískan og góðan dansitónleik. Gongan endaði aftur við Margáir, har fólk savnaðust og kundu njóta frukt, kaffi og te til nøkur góð løg við Signar í Homrum.

Á ítróttarøkinum royndu luttakarar judo, sansibana, fótbólt, togtogan, frídans við ABC dansarum og spældu við ABC krabbagággur og skrivaðu ABC ynski, um okkurt gott ein vildi gera fyri seg ella onnur. Hóast veðrið tá bjóðaði bæði kavaæl og sól, vóru luttakararnir sera virknir í øllum, sum fór fram.

Nøkur børn vórðu spurd, hvat tey hildu um Rørslufagnaðin: “Mega gott tiltak. Nógv stuttlig spøl og mega kul gonga. Hetta skal vera skjótt aftur! Tað skal vera aftur 100 túsund prosent!

Eitt ABC tiltak
Rørslufagnaðurin er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, ið er ein verkætlan, sum leggur dent á at styrkja sálarligu heilsuna hjá føroyingum, við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og luttaka í virksemi, sum gevur meining fyri ein. Sigast kann, at boðskapurin var í hásæti til tiltakið í dag. Endamálið við Rørslufagnaðinum er eisini at savna ymisk ættarlið og geva øllum møguleika at luttaka í tann mun ein er førur fyri í hesum tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo