Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Lesarin skrivar

Fyrra árið er farið. Vit hava hitt okkara í kirkju og í samkomum við ynski um gleðilig jól. Og fingið góða máltíð og hugna saman.

Síðan fara vit inn í nýggja árið við ynski um gott og gleðiligt nýggjár. Men hvussu djúpt røkkur ynskið?  Tí vit sleppa so lætt við at senda á Facebook:  "Øllum vinum og kenningum" ?

Sjálvur sendi eg ongantíð sovorðið ynski!?? 

Men hvat átti eg at gjørt meðni øðrvísið?

Havi hugsað um hetta. 

Tá sjónvarpið kom í sínari tíð, fóru "øll undir tak". 

Minnist serliga, tá Dallas og Dollars vóru. Tá vórðu úthurðarnar stongdar, tí ongin vildi verða órógvaður.

Men hetta gjørdi eisini, at fólk vandust frá at fara á gátt hjá hvørjum øðrum,  og hetta "einsemi"  ørkimlar mong í dag .  

Eg hoyri nógv siga, at tað er so gott at fara í SMS, tí har hittir tú "soo" nógv fólk.  Kortini eru hetta í mongum førum fólk, sum tú kundi hitt í nærumhvørvinum, men øll halda framvegis úthurðina vera stongdað! 

Men hon er opin!

Tí ætli eg mær, í staðin fyri heilsan á netinum, at fara á gott hjá fleiri av hesum fólkum. 

Komi ikki at selja lutaseðlar ella at biðja stuðul til okkurt endamál. Men at ynskja tykkum:

GLEÐILIGT NÝGGJÁR

Eyðun Mohr Viderø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo