Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Politikkur

Fiskivinnupolitikkurin hjá hesi landsstýrissamgonguni hevur skapt so stóra óvissu í fiskivinnuni, at reiðarí tora ikki at byggja nýggj skip, tí hvør kann byggja skip ella keypa skip, sum ikki veit, um hann sleppur at fiska og fyri hvønn prís? 

Eisini hjá manningunum og teirra familjum, sum hava sítt livibreyð á sjónum, er óvissan stór av verandi politikki. Tí er alneyðugt at fáa skil aftur á fiskivinnupolitikkin.

Tað er ógvuliga umráðandi, at verandi samgonguflokkar ikki sleppa at halda fram við teirra fiskivinnupolitikki eftir komandi løgtingsval, tí hann er skaðiligur fyri menningina av okkara høvuðsvinnu og harvið eisini alt samfelagið. 

Tí er alneyðugt, eftir komandi løgtingsval, beinanvegin at gera nakrar grundleggjandi broytingar.

Vit avtaka uppboðssøluna av veiðirættindum
Tað fyrsta, sum má gerast, er at avtaka uppboðssøluna av veiðirættindum, tí hon hevur skapt ótryggleika í vinnuni og hjá teimum manningum og teirra familjum, sum hava sítt livibreyð í fiskivinnuni – ein ótryggleika, sum ikki gagnar nøkrum. 

Endurnýggjan av skipaflotanum er parkerað. Støðan er so óviss, at reiðarí tora ikki at byggja nýggj skip.

Uppboðssølan hevur harumframt ført við sær at bæði skip og manningar hava fingið munandi minni úrtøku, hon hevur kostað manningum stóra niðurgongd í inntøku, og uppboðssølan hevur – saman við tilfeingisgjøldum – drenað so nógvan pening úr fiskivinnuni, at grundarlagið fyri at gera neyðugar nýíløgur verður hótt.

Tað er álvarsamt fyri samfelagið, tá høvuðsvinnan ikki endurnýggjar og moderniserar seg, men steðgar upp og missur í mun til kappingarneytarnar í grannalondunum.

Tað er tað, vit í løtuni síggja tekin um við verandi fiskivinnupolitikki. 

Nógv nýggj skip verða bygd í okkara grannalondum, meðan vit gerast eftirbátar. Hvør kann byggja skip ella keypa skip, sum ikki veit, um hann sleppur at fiska og fyri hvønn prís?

Fiskivinnan skal hava long og trygg rættindi
Ístaðin fyri verandi ótrygga politikk skulu vit hava eina tryggaloyvisskipan til fiskivinnuna við eini rímiligari uppsagnartíð, sum byggir á søgulig rættindi, og sum er umsetilig. 

Fiskivinnan skal hava long og trygg rættindi, tí tryggir karmar eru fyrsta og fremsta treytin fyri, at vinnan kann savna seg um at skapa størri virðisøking og útflutningsvirði við nýhugsan, menning, nýíløgum og modernisering.

Eydnast hetta, fara vit aftur at uppliva eina fiskivinnu, sum fer at gera frambrot og mennast, sum vit sóu fyri fáum árum síðan – og vit øll fáa ágóðan av hesum. 

Nýggj skip eru meira effektiv, og manningarnar hava betri umstøður, tey geva reiðarum og manningum størri úrtøku, og tey hava munandi minni útlát og dálka umhvørvið minni.

Fiskivinnan er eisini familjur og børn
Ofta verður fiskivinnan umrødd, sum fevndi hon bara um skip og reiðarí, stál og fiskidagar, men her mugu vit ikki gloyma, at fiskivinnan – eins og allar aðrar vinnur – fevnir um familjur við hjúnafelaga og børnum o.s.fr.
 
Vit mugu ikki gloyma, at konur og menn hava bygt hús og stovnað familju í áliti á eina yrkisleið innan fiskivinnuna. Eins og øll onnur hava hesi uppiborið trygg og stabil kor.

Eisini tí er neyðugt at broyta verandi kós á fiskivinnuøkinum, har størv á sjónum, sum hesar familjur liva av, í løtuni verða seld á uppboðssølu!

Hetta má fáa ein enda beinanvegin.

Gongur væl hjá vinnuni, fær samfelag okkara fígging til at hjálpa teimum veiku, sjúku ella teimum sum á ein ella annan hátt hava brúk fyri hjálp.
 
Her vil eg fegin brúka mínar politisku royndir til at hjálpa og gera mun.
 
Fólkaflokkurin fer at gera alt fyri at avtaka uppboðssøluna, so skjótt sum gjørligt eftir komandi val.
 
Jákup Mikkelsen
Løgtingsmaður og løgtingsvalevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo