Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Hans Laksá og JANUAR hava fingið 100.000 krónur í bót, men halda seg ikki hava gjørt nakað skeivt.

Upplýst verður ikki nærri í tíðindaskrivinum, sum Hans Laksá í morgun hevur sent miðlunum, hvør fyritøkan er, sum brotið er framt samanvið.

Men sagt verður, at talan er um virki sum er fevnt av reglunum í roknsksaparlógini sum gera, at sami grannskoðari ikki bæði kann gera roknskapin og grannskoða hann.

- Vit harmast og eru ósamd við Grannskoðaranevndina, men hava valt at taka við bótini og ikki royna málið í rættinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Upplýst verður eisini, at hetta er fyrsta mál av sínum slag í Føroyum.

Avgerðin hjá Grannskoðaranevndina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo