Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
LýsingarUm VP

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tekstlýsingar

BankNordik er eitt sterkt fíggjarsamtak í støðugari menning, og nú søkja vit eftir einum dugnaligum og ágrýtnum grannskoðara til innanhýsis grannskoðanardeild okkara.

BankNordik hevur 415 starvsfólk í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Umframt bankavirksemi rekur samtakið eisini tryggingarvirksemi og húsameklaravirksemi í Føroyum.

Starvið
Talan er um eitt spennandi og fakliga avbjóðandi starv í innanhýsis grannskoðanini í BankNordik. Afturat grannskoðanarleiðaranum starvast tveir grannskoðarar í grannskoðanardeildini í høvuðssætinum í Tórshavn. Í starvinum sum grannskoðari fært tú tilvísing til grannskoðanarleiðaran.

Av tí at talan er um eitt landafrøðiliga spjatt virkisøki, kanst tú vænta nakað av ferðing uttanlands.

Førleikar
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum cand.merc.aud., og um tú eisini hevur kunnleika til og royndir við at grannskoða fíggjarstovnar.

Vit vænta, at tú hevur hug og hegni til at samstarva við starvsfólk úr ymiskum londum og mentanum. Tú megnar at taka ábyrgd og hevur eitt sjálvstøðugt arbeiðslag, samstundis sum tú dugir væl at arbeiða í toymi.

Tú trívist í einum arbeiðsumhvørvi, ið er merkt av høgum handilsligum málum og ætlanum, og har arbeiðstrýstið av og á er stórt. Tú hevur góð analytisk evni og megnar at síggja loysnir úr ymiskum sjónarhornum. Tú hevur ein skipaðan arbeiðshátt og leggur dent á eitt høgt góðskustøði og at freistir verða hildnar.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða tær starv í einum fakliga spennandi umhvørvi í einari virkisfúsari fíggjarfyritøku við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Virkismentanin er grundað á okkara kjarnuvirði, sum eru: dugnasemi, eldhugi og framsøkni. Í BankNordik leggja vit stóran dent á starvsfólkatrivnað og menning, og sum starvsfólk í samtakinum hevur tú tískil góðar møguleikar fyri bæði fakligari og persónligari menning.

Løn og setanartreytir verða ásett eftir avtalu og við støði í førleikum og royndum.  

Umsókn
Umsókn, lívsrensl (CV) og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast til hr@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er sunnudagin 30. apríl 2017.  

Spurningar um starvið kunnu setast Arndis Poulsen, grannskoðanarleiðara, á tlf. 230 421  ella á telduposti: arpo@banknordik.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann