Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Vandir og vøddamiklir kroppar eru at síggja sum ongantíð fyrr. Á Instagram hava nærri seks milliónir myndir hashtaggin #fitspiration.

Fitspiration er stytting av fitness inspiration, og ætlanin er at myndirnar skula hugkveikja okkum at venja meira og eta sunnari. Myndirnar vísa vøddamiklar kvinnur og menn.

Men nú vísur nýggj gransking at tað ikki bara er gott at hyggja at hesum fitspiration-myndunum. Tvørtur ímóti kunnu sovorðnar myndir ávirkað sinnið, kropsmyndina og sjálvsvirðingina.

Tað komu avstralskir granskarar fram til við at lata 130 kvinniligar studentar hyggja at antin einum úrvali av fitspiration-myndum á Instagram, ella úrvali av landslagsmyndum, skrivar Aftenposten.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo