Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ikki færri enn 11.000 granskarar úr 153 londum standa aftanfyri nýggjastu ávaringina um avleiðingarnar av verðurlagsbroytingunum sum nú henda.

Veðurlagskreppan fer at elva til "higartil ósæddar líðingar" fyri mannaættina. Og sjálvt um øll málini í París avtaluni verða nádd, so er tað ikki meira enn helvtin av tí, sum vit áttu at gjørt, fyri at bjarga lívinum á klótuni.

Frágreiðingin verður prentað í viðurkenda "Bioscience Magazine" og ritzau endurgevur úr henni.

- Granskarar hava moralska skyldu til at ávara klárt og týðuliga um allar hóttanir ímóti mannaættini, skriva granskararnir millum annað.

Tað er Oregon State University sum hevur staðið fyri arbeiðnum.

- Hóast vit nú hava tingast um at tálma dálkingini í 40 ár gera vit enn, við fáum undantøkum, sum vit plagdu. Veðurlangskreppan er her, og tað gongur skjótari enn tey flestu geva sær far um, stendur millum annað.

Granskararnir koma við nøkrum ítøkiligum uppskotum um hvat má gerast alt fyri eitt: Øll fossil brennievni mugu skiftast um við varðandi orku, vit mugu eta meira plantur og minni kjøt, tálma fólkavøkstrinum og verja heimsins vistskipanir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo