Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið: Tað er ein stór misskiljing, at tey ungu eru eitt ættarlið av forkelaðum nalvaskoðarum. Størsta vandamálið er harafturímóti, at tey ungu missa seg sjálvi burtur, tí talgildi heimurin snýr seg í ólukkumál um at vera saman við øðrum. Alla tíðina.

Ímynda tær, at onkur prikkar teg á økslina. Ímynda tær so, at tað hendir dagin langan. Alla tíðina.

Við hesum stressandi útgangsstøði helt danski granskarin Søren Schultz Hansen fyrilestur um fyrsta ættarliðið. Tey sum, sum er fødd og uppvaksin við internetinum og fartelefonini; vóru børn ella ung, tá ið sosialu miðlarnir tóku seg upp og eru blivin vaksin fólk saman við hesum miðlum.

Fyrilesturin helt hann á ráðstevnuni hjá Nordisk Tjenestemennsråd, NTR, í Stavanger í farnu viku, har evnið var talgilding og avbjóðingarnar, hettar hevur fyri starvsfólk, fakfeløg og arbeiðspláss.

- Ungfólk hava vanliga telefonini á ljóðleysum og við vibratión. Og vita tit hví, spyr Schultz Hansen.

- Tey eldru gera tað fyri at vera fólkalig, fyri ikki at órógva. Men tey ungu gera tað, so at tey altíð kunnu merkja telefonina. Hvar tey enn eru stødd. Tey eru so at siga smeltaði saman við síni fartelefon. Menniskja og maskina smeltaði saman.

Hann vísir eina mynd av einum manni, sum verður prikkaður á økslina. Tað er júst á sama hátt við nýggju tøkini, fartelefonini, greiðir hann frá. Tó við einum avgerandi muni.

- Fartelefonin er líka pátreingjandi nærverandi sum eitt fólk, sum prikkar teg á økslina. Hugsa tær so, at hettar prikkaríð gongur fyri seg dagin langan. Alla tíðina.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo