Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Jose Mourinho, venjarin hjá Manchester United, hevur ikki verið nøgdur við avrikini hjá Henrikh Mkhitaryan hesa síðstu tíðina.

Á tíðindafundinum í dag undan heimadystinum ímóti Brighton í morgi gjørdi hann í hesum sambandi vart við sína misnøgd við armenska leikaran, skrivar Soccernet.

Hann sló herundir fast, sambært Soccernet, at tað var hendan júst umrødda misnøgdin við Mkhitaryan, ið gjørdi tað, at hann valdi at koyra hann heilt úr hópinum til teir báðar seinastu dystirnar hjá United - ímóti Newcastle og Basel.

- Eg havi ikki verið nøgdur við avrikini hjá honum í seinastuni. Eg tosi ikki um ein ella tveir dystir - eg tosi um tríggjar, fýra ella fimm dystir. Hann byrjaði árið væl, men síðan er hann so við og við horvin, segði Mourinho millum annað á tíðindafundinum í dag.

Mourinho førdi tó fram, at hóast hesa misnøgdina verður Mkhitaryan við til dystin í morgin.

Mourinho hevur, sum skilst, latið armenan vita, at hann væntar av honum, at hann avrikar betur enn tað, hann hevur gjørt seinastu tíðina.

Mkhitaryan kom til United í fjør frá týska Borussia Dortmund fyri 30 mió. pund.

Dysturin ímillum United og Brighton byrjar í morgin kl. 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo