At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Tað er ikki ofta, at løgtingsformaðurin tekur orðið í orðaskiftinum á tingi.

Men tað gjørdi hann í dag í sambandi við, at eykajáttanin til Glasir varð umrødd.

Páll á Reynatúgvu sló fast, at hann ikki vildi finna seg í, at øll tann politiska skipanin - t.v.s. eisini hann sjálvur - verður løgd undir at hava ábyrgdina av, at málið er endað, har tað er endað.

Páll á Reynatúgvu legði herundir greidliga upp til, at tað var Rigmor Dam, mentamálafrúaa, sum hevði ábyrgdina av málinum.

Hann helt fyri, at tað hevði lætt nógv um hjá landsins politikarum, sum liva undir nóg stórum trýsti, sum er, um onkur - t.e. Rigmor Dam í hesum føri - trein fram og tók ábyrgd.

- Vit skulu uppala ungdómin á Glasi til at taka ábyrgd - ikki til at renna undan ábyrgd. Annars enda vit bara aftir í 1980-unum, tá eingin reelt hevði nakra ábyrgd, segði Páll á Reynatúgvu millum annað og legði aftrat:

- Tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava landsstýrisfólk, sum ikki vilja viðurkenna sína ábyrgd.

Uppskotið til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018, har millum annað góðar 18 milliónir skuldu játtast til Glasir, fór annars aftur í Fíggjarnevndina.

Hesum tóku 25 tingfólk undir við, meðan eitt tingfólk var ímóti, og eitt atkvøddi blankt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo