Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Lesarin skrivar

Í vikuni skrivaði Jóhan Jógvansson, festari í Saksun, eina viðmerking í miðlunum um eina ætlaða verkætlan í Saksun at byggja fleiri summarhús. Hesum mótmælir hann og nevnir eisini, at tað er Barbaru Holm, journalistur, sum stendur fyri verkætlanini.

Til hetta kann viðmerkjast, at Barbara Holm ikki arbeiddi í Kringvarpi Føroya, tá umsóknin til Sunda Kommunu viðvíkjandi verkætlanini varð send í 2018.

Tá Barbara Holm fyrstu ferð kom í starv í Kringvarpi Føroya í oktober 2019, vóru hesi viðurskifti umrødd, so tíðindaleiðarin hevur verið kunnaður. Avgjørt varð, at Barbara Holm eftir starvssetan ikki longur skuldi luttaka í hesi verkætlan. Tað tekur tíð at taka seg aftur, tí alt samskifti hevði verið umvegis Barbaru Holm áðrenn starvssetanina í Kringvarpi Føroya. Hon hevur síðan bara havt avmarkað samkifti av praktiskum slag í forlongilsi av tí teldupostsamskifti, sum hevði verið frammanundan.

Barbara Holm hevur í dag einki við hesa verkætlan at gera.

Var Barbara Holm farin undir hesa verkætlan eftir starvssetan í Kringvarpi Føroya og hevði ein aktivan leiklut, so hevði tað verið brot á reglurnar um hjástørv.

Vit kunnu vísa á, at Kringvarp Føroya hevur ein greiðan politikk á økinum, tá tað kemur til hjástørv. Tað ber til at gera arbeiði við síðuna av sínum fasta starvi við nøkrum natúrligum avmarkingum. Líknandi áseting er viðvíkjandi óløntum felagsarbeiði.

Reglurnar eru soljóðandi:

KVF skal sum stovnur virka óheftur av handilsligum, politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum. Tí er trúvirði ein týðandi partur av kjarnuvirðum stovnsins, sum øll starvsfólk á stovninum skulu taka undir við. Serstøða Kringvarpsins leggur nakrar avmarkingar á tær uppgávur, sum starvsfólk Kringvarpsins kunnu átaka sær uttan fyri stovnin. 

Starvsmannalógin staðfestir, at starvsfólk innan tað almenna skulu hava loyvi frá arbeiðsgevaranum at hava lønt arbeiði við síðuna av fasta starvi sínum.

Hinvegin eigur starvsfólkið at kunna átaka sær bæði fakliga og í aðrar mátar mennandi uppgávur í frítíð síni.

Fakliga og menniskjaliga gagnar hetta bæði stovninum og starvsfólkunum, eins og fjølbroytni í arbeiðsuppgávum nørir um trivnaðin hjá tí einstaka starvsfólkinum.

Við atliti til omanfyrinevndu grundgevingar ásetir KVF fylgjandi karmar fyri lønandi hjávirksemi uttan fyri stovnin:

⦁    Starvsfólk í KVF skulu útvega sær góðkenning frá nærmasta leiðara, áðrenn farast kann undir arbeiðsuppgávur uttan fyri stovnin, tað veri seg løntar ella óløntar uppgávur.

⦁    Starvsfólk í KVF kunnu ikki við navni, rødd ella persóni luttaka í handilsligum lýsingum, fjølmiðlaátøkum ella almennum tiltøkum, har endamálið er marknaðarføring av handilsligum vørum, tænastum ella fyritøkum

⦁    Sum meginregla kann roknast við, at uppgávur verða góðtiknar í tann mun, innihaldið í      

⦁    uppgávuni ikki er í stríð við stykki 1 og 2

⦁    Ein givin fortreyt fyri øllum hjástørvum hjá starvsfólkum er, at tað ikki ávirkar ella avmarkar útinnanina av dagligu starvsskyldum teirra mótvegis KVF. 

Georg L. Petersen
Deildarleiðari/News director, Aktuelt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo