Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Vinna

Bakkafrost telist ímillum 10 fyritøkur í greiningini hjá Aktionæren sum geva partabrævagoymsluni stabilitet.

Fimm úr USA, tvey úr Stórabretlandi, eitt úr Belgia, eitt úr Danmark og eitt úr Føroyum. 

Per Juul, partabrævagreinari og stjóri í fyritøkuni Juul Value Invest, hevur valt út 10 partabrøv at viðmæla limunum í Dansk Aktionærforening at keypa til porteføljuna (partabrævagoymsluna), tá nakað av turbolensi kann væntast á partabrævamarknaðinum.

- Tá er tað gott at eiga partabrøv í fyritøkum sum vit onkursvegna ikki kunnu vera fyriuttan, til dømis fyritøkum sum framleiða mat, heiligvág ella sápu, skrivar hann í greiningini, sum kann lesast í seinastu útgávuni av blaðnum hjá privatum donskum íleggjarum, Aktionæren.

Um Bakkafrost sigur hann, at eftirspurningurin eftir laksi á heimsmarknaðinum er bara vaksandi, og Bakkafrost er ein av teimum bestu laksaframleiðarunum til at skapa virði til partaeigararnar. Hinvegin kunnu hóttanir sum sjúka og manglandi aliøki bremsa vøkstrinum. 

Hóast Bakkafrost er millum tær minnu fyritøkurnar sum Per Juul hevur valt, so klárar hon seg einabest mált uppá fleiri lyklatøl.

Nettomarginan, ella parturin av søluni sum endar sum yvirskot, og soliditeturin, tryggleikastigið, ella lutfallið ímillum eginpening og fremmanda fígging, er nógv betri hjá Bakkafrost enn hjá nøkrum av hinum. Hartil er priceearning lyklatalið (P/E), tað vil siga hvat tú skalt gjalda fyri hvørja krónu av yvirskotinum, ímillum tey lágu.

Tá greiningin varð skrivaða var kursurin á partabrævinum hjá Bakkafrost 440. Tá børsurin stongdi í gjár var hann 435.

(greinaskrivarin eigur partabrøv í Bakkafrost)

Partabrøv sum Per Juul viðmælur til óstøðugar tíðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo