Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Samtykt er at seta niður 10.000 trø í ár á ymiskum støðum í Tórshavnar kommunu.

Avgerð er tikin um at gróðurseta 2.500 trø í Hoyvík í nýggja kirkjugarðinum og við Myllutjørn. Hesum arbeiði stendur Sp/f Havin fyri.

- Viðarvøkstur, trø og runnar skapa lívd og fjølga um bý og bygd. Umstøðurnar at spáka gerast betri, og hetta bøtir eisini um rørsluítriv, íðkan og upplivingar í gerandisdegnum. Trø eru eisini hent støð hjá fuglum at líva sær og reiðrast, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu.

Sp/f Havin er farin at fyrireika gróðursetingina við fríøkið við Myllutjørn og Dalin Langa. Hugsanin er hon, at partar av Dalinum Langa og Myllutjørn verða gróðursett, soleiðis at økini verða hugalig og mennandi at dvøja við í ymiskum veðri.

Í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin verða 2.500 trø sett niður. Og í Havnardali seta tey 3.000 trø og við Skúlan á Fløtum 2.000 trø. Trøini og runnarnir eru komin nakað fyri seg, tá ið skúlin letur upp á sumri 2020.

Samlaði kostnaðurin fyri at keypa og gróðurseta 10.000 trø er 500.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo