Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Onnur tíðindi

Granskarar hava leingi roynt at herma eftir sólini og endurskapa tann mátan sum hon brúkar at gera sína orku, ella við øðrum orðum at umgera brint til orku. Men higartil til fánýtis, tí hitin er so ógvusligur.

Sambært China Daily hava granskarar kortini nú megnað at skapt hitan, heilar 88 milliónir hitastig, sum skal til fyri at gera ein fusiónsreaktor sum kann brúkast til endamálið. Tað sum hendir er, at deuterium- og tritium bitlar (partiklar) verða smeltaðir saman við nógvum hita og høgum trýsti.

Fyrimunirnir við fusiónsorku eru ikki minst, at prosessin er ikki dálkandi og vandamikil eins og kjarnorka, sum byggir á sonevnda fissiónsorku heldur enn fusiónsorku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo