Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Í morgun fór Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini avstað.

Fyrst gongur leiðin til Íslands og so víðari til Grønlands í morgin.

Hetta er áttinda árið á rað, at eitt toymið frá Heimamissiónini fer til Nuuk at syngja og boða Guds orð. Toymið býr á Sjómansheiminum í Nuuk og kemur at arbeiða í og út frá heiminum.

Eins og undanfarnu ár, kemur toymið at virka við á andaktum og bíbliutímum á sjómansheiminum. Harafturat kemur toymið at vitja kirkjur og samkomur, fangahúsið, ellisheim, sjúkrahúsið, ... og at vitja umborð á skip sum koma inn í Nuuk.

Í ár eru 10 fólk við í toyminum, sum verður aftur í Føroyum 22. august.

Toymið takkar bæði fyri stuðul og forbøn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann