Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Føroyska Sjómansmissiónin: Í gjáramorgunin fór Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini við flúgvara til Íslands og so víðari til Nuuk. Ferðin gekk væl, og veðrið var gott bæði í Reykjavík og í Nuuk.

Hetta er níggjunda árið á rað, at eitt toymi frá Heimamissiónini vitjar í Nuuk, og samstundis fyrstu ferð tað eydnast at flúgva úr Føroyum til Nuuk sama dag.

Komin á Sjómansheimið í Nuuk, var fráfaringarløta fyri Søren og Solveig Eriksen. Søren hevur verið sjómanstrúboðari í Nuuk síðstu gott trý árini. Tey hava gjørt eitt stórt arbeiði, sum tey skulu hava stóra tøkk fyri. Vit gingu eisini ein túr við teimum, m.a. runt í gamla økinum, har “Herrenhuttarnir” byrjaðu sítt missiónsarbeiði í Nuuk fyrst í ár 1700.

Tí var tað við sorgblýdni vit søgdu trúboðaraparinum farvæl á bryggjuni í gjárkvøldið kl. 21. Tey sigla norður til Jacobshavn og flúgva síðani til Danmarkar.

Vit ynsktu at siga teimum ordiliga farvæl og takk og høvdu tí guitara og harmoniku við oman á bryggjuna. Har sungu vit fleiri sangir áðrenn, og meðan ferjan loysti frá bryggjuni.

Eftir tað fóru mennirnir umborð á sandbátin Sandfrakt úr Fuglafirði, sum síðstu vikurnar hevur arbeitt í Grønlandi. Her hava teir pumpað sand upp av havsins botni og siglt hann til Betongsentralin í Nuuk.

Har var sungið og andakt hildin. Aftaná var drekkamunnur og gott prát. Í dag skulu vit millum annað venja sangir og vitja fólk. Koma skip inn til Nuuk, fáa tey eisini vitjan.

Toymið takkar fyri fíggjarligan stuðul og fyri forbøn.

Tað er bæði spennandi og gevandi at ganga í Jesu tænastu og í teimum góðu gerningum, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum, samb. Ef.2,10.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo