Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

1. mai 1979 er almenni dagurin tá Grønland fór frá amtsstøðu til heimastýri.

Tað var Lars Chemnitz, sum tá hevði tittulin sum landsráðsformaður, sum tók ímóti sáttmálanum frá Margrethu drotning.

Grønlendingar vóru á fólkaatkvøðu 17. januar 1979 og tá atkvøddu 73% ja fyri heimastýrinum. Ein orsøk til, at grønlendingar vildu hava broyting í var helst, at Grønland í 1972 noyddist við Danmark uppí EF (ES), hóast stívliga 70% av grønlendingum søgdu seg vera ímóti.

Sermitsiaq skrivar, at tey hava ikki altíð havt so gott skil á, hvar uppruna sáttmálin er at finna. Tá sjálvstýrið bleiv stovnað í 2009 funnu tey ikki pappírini, sum tó at enda komu undan kavi á eini hyll í fíggjardeildini hjá heimastýrinum.

Síðani hevur sáttmálin ligið í eini tryggari bankaboks, skrivar miðilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo