Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í sambandi við, at tað eru 200 ár síðani, at Vencelaus Ulricus  Hammershaimb var føddur, hevur verið  nakað av fagnaði, bæði á Setri, á Steig og í útvarpi, og tað er avgjørt heldur ikki meira enn rímuligt. 

Óansæð hvør reelt legði lunnarnar undir tað føroyska skrivtmálið, slepst ikki uttan um Hammershaimb. 

Tað gigantiska  savningar-arbeiðið, sum hann legði úr hondum, bæði av kvæðum, sagnum, gátum og orðtøkum, umframt tey fjøllbroyttu, vælskrivaðu og málsliga eiggiligu fólkalívsbílæti  eru ein sannur dýrgripur fyri alla skrivliga føroyska mentan.

"Tann føroyska antologiin" prýddi meginpartin av føroyskum bók-reolum í meira enn tveir mansaldrar, og hon var nógv brúkt sum hondbók.

Hammershaimb bleiv ein ómissiligur gerandispartur av føroyskum kulturi, sjálvt um hann síni síðstu gott tretivu ár búði og arbeiddi í Danmark.

Hann  liggur  eftir egnum ynski grivin í Lyderslev á Stevns, har  hann avgjørt hevði síni allarbestu ár.

Siður er allastaðni í Europa, at man officielt fagnar einum farnum  stórmenni á merkisdøgum  við at  vitja grøvina og leggja blomstur dygst við gravsteinin.

Vit vóru ein lítil fylking av MEINIGUM útisetum frá Sankta Ólavs kirkjuliði, sum vóru sunnudagin, dagin fyri sjálvan  merkisdagin tann 25. mars og  heiðraðu okkara mál-drotti við eini vitjan og  blomsturkvøðu.

Tað var eftir innbjóðing frá tí fryntliga danska  prestinum í Lyderslev og tí lokala meinigheitsráðnum, sum við óføra stórum blíðskapi vóru vertir fyri okkum ovfarnu útisetum úr Kjøpinhavn og aðrastaðni av Sjællandi. Á hesum fundi í sjálvum prestagarðinum hjá Vensili fagnaðu vit Stevnsbúgvar og føroyingar mál-kempuni  í felag.

Nakrar dagar seinni vóru vit, ein skyldmaður og eg aftur í Lyderslev, har vit hittu tann blíða prestin  og tóku myndir, men vit  kundu samstundis síggja, at burtursæð frá okkara kirkjukvøðu var BARA ein onnur heilsan, og tað var frá  tí nærmastu donsku familjuni.

Altso ikki ein einasta kvøða frá officiellum føroyskum myndugleikum, hvørki Mentamálaráði ella Føroyamálsdeildini á okkara Setri.

-  Er tað ikki for hjálparleyst,  profant og stíl-leyst?

Hvussu heimfødisligir eru Setursmenn á Føroyadeildini, at teir hvørki vitja Lyderslev ella senda eitt stórfingið blomstur-tyssi til Stevns við eitt slíkt tíðar-ýti?

Og hvat við okkara mentamálaráði, sum nú hevur fingið ein brannýggjan kultur-fiskaministara, sum hevur gleivað úr fiskarúgvuni í Tinganesi og  beint niðan  til kulturin uppi á Hálsi. Kundi hann ikki tikið sær um reiggj, gníggja fiskaroðsluna úr eygunum og busta uggafjaðrarnar av sær eina mentarløtu  og so antin flogið sjálvur til Danmarkar við heitari kvøðu ella fíggja nakrar tulipønur við interfloru.

Setursmenn áttu líkaleiðis at verið umboðaðir á eyðmjúkari vitjan í prestagarðinum á Stevns. - Út-  og sjónvarpi roknar man eisini við á slíkum merkisdeøgum.

-  Nei, tað var so eiðasørt, at nakar úr teimum officiellu Føroyum latst um vón.
 
Tað er syndarligt, at hvørki Setrið, fiskamentaministarin ella KVF  hava so frægt av stíli, pli ella kulturi, at hesir landsstólpar minnnast ein av okkara allarmætastu landsmonnum á hansara 200 ára degi.

Tað er munandi meira relevant at minnast Vensil í Lyderslev, enn at senda eina slupp-armadu av flaggjassum við greipuni Enni og Reistrup á alment fíggjaðari  ferð til Danmarkar, tí flaggið  verður  helvtina so gamalt.

Men teir báðir flagg-steyrarnir kosta munandi meira at fíggja enn ein tiltrongd  vitjan av kulturministaranum í Lyderslev við stórum tyssi av rósum ella tulipønum í føvninginum.

Men sum onkur av útisetunum helt fyri:

Hevði Hammershaimb verið grivin í Íslandi, høvdu bæði setursmenn, kulturministarin og kringvarpið  mannað eitt stúgvandi fult flogfar av honoratiores, sum við tárakroystandi orðum og hóreiggjandi natinølum ørmum  høvdu  fagnað tí hypotetisku íslendsku grøvini.

Tveyhundrað ára ýtið  hjá okkara mæta vágamanni  í Danmark verður heilt lopið um. 

Hetta er beinleiðis óuppdrigið av kulturfiskinum.

Málið er somikið stór skomm fyri Føroyar, at tað var eingin synd, um Aksel løgmaður skammaði  bæði setursmenn og kulturministarin alment út og oratoriskt  gav teimum eina tiltrongda  verbala fleingju  á Vaglinum, á Steig og á Løgtingi  fyri ikki at virða  okkara andiliga málrisa har hann liggur grivin, og ikki bara, har hann var føddur.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo