Nógv krevja tolsemi og rúmligheit, men fá vilja geva tað
- Thomas a Kempis
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag hevur Tórshavnar kommuna lutað út tey 45 grundøkini í næstu útstykkingini við Klingurstjørn á Argjum.

Grundøkini vóru býtt millum 127 luttakarar, sum í kvøld hava fingið teldupost frá kommununi við úrslitinum av lutakastinum.

Hetta er triðju ferð, at Tórshavnar kommuna lutar út grundøki eftir nýggju tilmeldingarskipanini, og vóru tveir uttanhýsis advokatar til staðar at vitna og vátta, at alt gekk rætt fyri seg.

Útstykkingin er í gerð í løtuni, og tá arbeiðið er liðugt, verða samanlagt 93 grundøki við Klingurstjørn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo