Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Vága kommuna: Umhvørvisstovan hevur matrikulerað grundstykkini við Stóraklett í Sandavági.

Talan er um 11 grundstykkir, sum øll eru umbiðin.

Teldupostur er sendur øllum teimum, sum skulu hava grundstykki, við fráboðan um, at nú er klárt at keypa.

Felags rottangi er gjørdur fyri tey 7 grundstykkini omanfyri vegin, meðan tey 4, sum eru niðanfyri vegin, noyðast at hava egnan rottanga.

Gjaldið, fyri at vera knýttur í felags rottanga, er kr. 10.000,-.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo