Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Pep Guardiola (44) avdúkaði fyrrapartin í dag hvar hann ynskir at halda fram sum venjari. Núverandi Bayern München-venjarin sigur at hann fer til Onglands og Premier League, tá ið sáttmálin gongur út í summar, skrivar norska TV2.

– Orsøkin til at eg ikki longdi sáttmálan er einkul. Eg ætli mær til ensku Premier League. Eg eri sera væl nøgdur og takksamur fyri at Bayern hevur havt álit á mær, men mær tørvar eina nýggja avbjóðing, segði Guardiola á tíðindafundi sambært The Telegraph.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo