Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Manchester City-venjarin Pep Guardiola hevur fingið tvær ávaringar frá enska Fótbóltssambandinum, men tær perlaðu av honum, og nú er hann so ákærdur.

Gula sloyfan á bringuni er stuðul til fongslaðar politikarar og aktivistar sum stríðast fyri katalanskari loysing.

FA hevði nú mist tolið við City-venjaranum, sum seinast hevði gulu sloyfuna í dystinum móti Wigan í FA-cup.

At bera slíka sloyfu er brot á reglurnar viðvíkjandi draktum og lýsingum, skrivar BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo