Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Havi við áhuga hugt at sendingunum “Gud signi Føroyar”.  

Eftir at fyrsta sending um Kelduna var send, hugsaði eg, at nú fóru vit at fáa skil á hvørja støðu tað andaliga umhvørvið í Føroyum hevði til felagskapin LGBT. 

Høvuðsevnið í sendingini var jú um, hvussu ein samkyndur føldi seg í umhvørvinum í Kelduni. 

Nú var eg spentur til næstu sending. 

Nú fingu vit at vita hvørja støðu bapitistarnir høvdu til LGBT.

Men har kom eingin spurningur um LGBT, bert okkurt um himmal og helviti, tá børn skikkaðu sær illa. 

Í mínum barnaárum æt tað “Jesuspápi grætur og illimaður grínur”, tá vit skikkaðu okkum illa.

Tað komu heilar tvær sendingar um baptistarnar har ikki var spurt um hjúnarsbandlógina, samkynd ella LGBT.

Fjórða sending fór helst at lýsa tað stóra andaliga ummhvørvið innan fólkakirkjuna, helt eg. 

Men her var høvuðsinnihaldið aftur LGBT, prideskrúðgongur, grátandi viðhaldsfólk hjá LGBT í tinginum, tá hjúnarbaldslógin bleiv broytt, og frøði yvir at samkynd kundu giftast í Føroyum. 

Mær vitandi er eingin samkyndur føroyingur giftur enn. 

Síðan var lýst, hvat teir mest frísyntu og teir mest konservativu prestarnir hildu um LGBT.

Eftir hesa sending sat eftir í minninum hjá mær; LGBT, pridskrúðgongur, fólk sum grótu gleðistár í løgtinginum, og forrestin ein long jarðarferð í Elduvík, har ein maður sat við hatti á høvdinum í kirkjuni.

Hví skal brøðrarsamkoman ikki spyrjast um teirra støðu til LGBT?

Ein hyggjari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo