Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen
Útlendis ítróttur

Tá ið sáttmálin hjá Gudmundur Gudmundsson endar í summar, gevst hann sum landsliðsvenjari hjá donsku monnunum.

- Eg havi upplivað fleiri spennandi løtur við danska landsliðnum – seinasta er OL-gullið, sum er tann størsta løtan nakrantíð – men í summar endar sáttmálin, og eg havi aðrar ætlanir, sigur Gudmundur Gudmundsson í eini fráboðan sambært donskum miðlum.

Islendingurin hevur verið danskur landsliðsvenjari hjá hondbóltsharrunum síðani á sumri 2014.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo