Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Ferðafrásøgnin hjá útlendska fotografinum, ið Vágaportalurin vísir á, er bara eitt av nógvum dømum ið vísa, hvør trupulleikin við galdandi skipan í roynd og veru er. Óskipaðu viðurskiftini minna mest um wild-west, hvar øll hava tikið sakina í egnar hendur uttan fyrilit fyri heildini.

Verður onki gjørt við støðuna, bera vit ótta fyri, at raðfestingarnar og íløgurnar vit sum land hava gjørt í at menna ferðavinnuna hesi seinastu árini, kann hava verið til fánýtis.

Trupulleikin er ikki í sær sjálvum tað at gjald verður kravt inn. Sjálvsagt skulu vit hava inntøkur úr ferðavinnuni og sjálvandi eiga bøndurnir eisini at fáa ein rímiligan part av inntøkunum fyri vinnuligt virksemi í náttúruni. Trupulleikin er tær óumhugsaðu gjaldsskipanirnar við sterkum avmarkingum og einum ov høgum gjaldi.

Oftast verða gjaldsskipanirnar settar í verk spontant, t.e. við stuttum skotbrái, soleiðis at ferðaskrivstovur og harvið eisini ferðafólk, eru ófyrireikað og ikki kenna ymsu gjøldini, fyrr enn tey standa við eitt skelti har gonguleiðin byrjar (ella als ongari kunning møta). Í øðrum lagi er tað ein trupulleiki, at gjaldsskipanirnar ikki eru eins og fólk tí eru í iva um, hvussu tey skulu bera seg at - er gjaldið bara galdandi um ein fer við ferðaleiðara? er gjaldið bara fyri útlendingar? Og um so er, hvør er tá útlendingur sambært skipanini? Skal t.d. ommusonurin í Danmark, ið ikki dugur føroyskt, rinda? Skal útisetin, ið hevur verið uttanlands í 10 ár rinda?

Eisini er tað ein trupulleiki, at gjaldið fyri túrarnar oftast er alt ov høgt. Dømini higartil siga okkum, at tað ikki er óvanligt at bøndur krevja uml. 500 krónur pr. høvd fyri ein túr við ella uttan ferðaleiðara, treytaleyst av hvussu nógv ferðafólk eru við á túrinum. Tað vil siga, at ein familja á 4 fólk skal rinda 2000 krónur fyri ein gongutúr pr fjallatopp. Vindur hetta uppá seg og kravið um gjald verður ein vanlig treyt fyri at sleppa út í náttúruna, verða Føroyar, sum longu eru eitt dýrt land at koma til og at ferðast í, skjótt ov dýrar og ikki minst ov truplar fyri nógv ferðandi, m.a. slíka familju ið telur 4 fólk. Ella velja tey londini rundanum okkum í staðin, har tað er ókeypis og eingin vandi er fyri, at tey fáa spontanar rokningar uppá túsundtals krónur.

At enda er tað ein trupulleiki um ferðslan verður avmarkað so nógv, at ein bara kann ganga sermerktu túrarnar við ferðaleiðara 2-3 ferðir um vikuna. Tá verða tilboðini um at ganga í náttúruni ov ósmidlig og tað kann væntast at nógv ferðafólk sum verða noydd at sleppa ætlanunum um at ganga ávísar túrar, sum tey kanska hava ætlað sær, tí tað vísir seg ikki at passa inn í ferðaætlan teirra, tá túrurin bara verður gjørdur mánadag og mikudag kl. 12-16, til dømis.

Ímynda vit okkum at alt fleiri jarðareigarar fara at fylgja hesum leisti og at slíkar gjaldsskipanir veruliga fara at vinda uppá seg, er vandin, at tað verður ein ruðuleiki í náttúruni við ymiskum gjaldsskipanum og tíðaravmarkingum kring landið, hvar ongin, hvørki útlendingar ella føroyingar, megna at hava yvirlit yvir, hvussu viðurskiftini eru skipað á ymsu støðunum. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri eini skipaðari ferðavinnu og vandin er, at trupulleikin bara verður fluttur so hvørt nýggjar gjaldsskipanir stinga seg upp. Heldur ikki vera Føroyar eitt serliga jaligt land at vitja, nú ein kann vænta at møta einum kravi um gjald og einum illum bónda, hvørja ferð ein skal ganga sær ein túr í náttúruni.

Tí er tað at vit hava tørv á nýggjari lóggávu, ið meiri greitt staðfestir, hvørjar spælireglurnar eru. Ikki fyrr enn vit hava tað, ber til at loysa hesa avbjóðingina og tryggja, at fólk fáa røttu kunningina og harvið vita, hvussu tey skulu bera seg at í fjøllunum.

Vit fegnast um, at landsstýrið tekur trupulleikan um atgongd til náttúruna í álvara og hevur boða frá, at arbeitt verður við at finna eina loysn. Tað er sera átrokandi og heilt grundleggjandi fyri eina framtíðar ferðavinnu at hesin trupulleiki verður handfarin so skjótt sum til ber.

Guðrið Højgaard
stjóri
Visit Faroe Islands

Les eisini: 

Útlendskur ferðasmiður rør framundir at Føroyar eru ein marra at vitja

Hagastýrisformaður: Tað er ein promillupartur sum eru ónøgd 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo