Eg havi ikki lykilin til framgongd. Men lykilin til mótgongd er at royna at gera øllum til vildar
- Bill Cosby
Vinna

(mynd av heimasíðuni)

Um tað er størri ansurin fyri Føroyum sum ferðamannalandi, fruktirnar av áhaldandi marknaðarrøkt ella bara ein blanding av báðum er ikki gott at vita. Men í øllum førum vendi kanska fremsta fyritøkan innan klædnamóta í Føroyum, Guðrun & Guðrun, í fjør gongdini so dyggiliga.

Guðrun & Guðrun hava leingi verið kendar fyri at seta Føroyar á heimskortið tá tað ræður um bundin pløgg úr Føroyum. Tær hava brotið upp úr nýggjum við at skipa fyri stórfingnum mótasýningum herheima, sum heimspressan er boðin við til og hevur skrivað um.

Men tað kostar at raðfesta góðsku, og fíggjarliga hevur talan ikki júst verið um undanbrekku hjá teimum.

Eftir trý ár við halli uppá slakar tvær milliónir krónur komu Guðrun & Guðrun í fjør við einum vinningi uppá 671 tkr. Bara 2012 var betri, tá úrslitið var 674 tkr.

Munurin er tó, at hesaferð er vinningurin kjølfestur í einum metstórum bruttovinningi sum hevur gjørt eitt skarvslop og er vaksin við nærum eini millión.

Guðrun & Guðrun siga á heimasíðuni, at hondbundna klædnaúrvalið er tilevnað heima hjá bindikonum í Føroyum, Jordan og Peru. Tað er partur av átøkunum sum hava til endamáls, at førleikamenna kvinnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo