Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Tónleikur

Vestmanna kirkja: 11. sunnudag eftir Tríeindardag, 12. august 2018 kl. 11.00, verður guðstænasta í Vestmanna kirkju, har kendi danski presturin Jørgen Sejergaard prædikar og Jákup Erlingson Petersen er liturgur.

Henda dagin er skriftarmál og altargongd í Vestmanna kirkju.

Jørgen Sejergaard vitjar í løtuni í Vestmanna saman við konu síni. Dagliga starvast hann sum prestur í Karlebo Sogn í Norðursælandi í Danmark. Jørgen Sejergaard hevur undirvíst og skrivað bøkur um ymisk evni sum t.d. Jesu uppreisn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo