Tað sum tekur longst tíð er at koma í sving
- Jónar Jacobsen
Onnur tíðindi

Runavíkar Kommuna: Kongshavnar Kvinnufelag hevur í kvøld skrivað undir avtalu við Runavíkar kommunu, ið ber tað við sær, at Kvinnufelagið letur tvær og eina hálva millión krónur – 2.500.000,00 – til Gulu Smiðjuna í miðbýnum. Gávan er eyðmerkt soleiðis, at hon skal brúkast til at gera hetta nýggja aktivitetshúsið liðugt, fyri at tað kann takast í brúk hjá serliga ungum og eisini eldri eftir tørvi.

Støðan er íkomin, eftir at kommunan hevur víst húsi felagsins áhuga í sambandi við tørv á dagstovnaøkinum og alternativt til brúks á frítíðarskúlaøkinum. Húsið er granni hjá Glyvra skúla og stendur á matr. no. 133d, Glyvra bygd, og grundøkið er 1.145 fermetrar til støddar. Upprunaliga var ætlanin at langtíðarleiga húsið, men undir drúgvu tingingunum kom Kongshavnar Kvinnufelag við hugskotinum, at betra loysnin kanska var, at kommunan keypti húsið. Saman við hesum bjarta hugskoti borðreiddu tær við gávuni á 2½ mió. kr., sum tær ætlaðu at geva keyparanum aftur, serliga fyri at fáa ungdóminum í økinum betri kor.

Málið hevur fingið eina drúgva viðgerð á báðum síðum. Í okkara føri í nevndum og býráði og Kvinnufelagið hevur havt nevndarfundir og limafund um søluna og gávuna, og báðir partar hava tikið dyggiliga undir við ætlanini. Í kvøld skrivaðu partarnir undir í kvinnufelagshúsinum á Glyvravegi 4 á Glyvrum.

Hendan hendingin, at felagið letur stórfingna gávu til borgaran og trivnaða hansara, er framhald av einum einastandandi hugburði, sum altíð hevur eyðkent Kongshavnar Kvinnufelag. Ein trivalig sosial dimensión hevur fylgt arbeiði felagsins frá fyrsta degi. Í 50árunum í hinari øldini vóru sosialu samfelagsstrukturarnir ikki teir sum vit kenna, og umframt so nógv annað, legði felagið til brots fyri at fáa í lag ansing av børnum í økinum. Tað eydnaðist umframt alt annað sum hesar frægu kvinnur fingu í lag, og sum felagið setti sær fyri at fáa upp at standa.

Les meira á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo