Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Múli.

Guttormur í Múla (1657-1737) livdi eitt hendingarikt lív. Hann var sagdur at duga gand og hann var uppfostraður hja góðum og mentaðum fólki og hann dugdi tíðliga at lesa og skriva og var fyrsti intellektuelli føroyingurin.

Fyrstu ferð vit hoyra Guttorm gitnan er í samband við ein danskan prest á Viðareiði. Hetta er um veturin, unga prestakonan doyr  brádliga og prestur jarðar hana, hann er sera sorgarbundin og keddur sum rímuligt er. Dagin eftir jarðarferðina er stórur uppgangur og partur av kirkjugarðinum á Viðareiði skolar burtur og fleiri kistur fara á sjógv, har í millum kistan við prestakonuni. Hon rekur inn á Norðdepli, verður bjargað, fingin til Viðareiðis og fer prestur so aftur undir at jarða konuna.

Hetta frættist til Havnar har systir prestakonuna, gift við Fútanum, býr. Hon skundar sær til Viðareiðis at síggja systrina enn einaferð. Tá hon kemur norður er systurin just jarðað fyri aðru ferð, hon bønar og biðir og illa letir og um ikki prestur, sín kæri svágur,  kann grava hana uppaftur so hon kann siggja hana nu hon er komin norður til bara tað sama. Við ringum tannabiti játtar Prestur og teir grava prestakonuna upp,  systur sigur farvæl og so verður prestakonan jarðað fyri triðu ferð !

Men nú verður reint galið, prestakonan gongur aftur  á bæði dag og nátt so ikki er inniverandi á Ónagerði og prestur missir bæði svøvn og nervar av øllum ganginum og konuni sum gongur aftur.

Boð verða send eftir Guttormi, hann manar prestakonuna í grøvina (fjórðu ferð) og fær kyrrað prest við coaching og sterkum løgi og so er aftur friður á Viðareiði.  Her byrjar legendan um Guttorm Í Múla.
Múlaostarnir eru úr hjallinum har hjallurin hjá Guttormi stóð – grótið á nuverandi hjalli er tað grótið sum Guttormur lagaði sín hjall við.

So tað er ikki løgið at Múlaosturin er eitt sindur gandakendur!

Ein avmarkað nøgd verður aftur at fáa aftur í Páskavikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo