Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Guvernøruruin í Kalifornia, Gavin Newsom, ætlar sær at avtaka deyðarevsingina í stóra statinum. Hann hevur fyribils givið boð um at bíða við øllum avrættingum, og sostatt kunnu 737 deyðadømd, sum sita á størstu deyðsgongini í USA, tann í San Quentin fongslinum, fyribils slappa av.

Guvernørurin krógvar ikki, at hansara endamál er at taka deyðarevsingina av í statinum.

Harvið fylgir hann einum ráki í USA, sum gongur ímóti deyðarevsingini. 30 statir hava á pappírinum deyðarevsing, men teir sum javnan brúka hana eru nógv færri. Seinastu 10 árini hava seks statir tikið deyðarevsingina av ímeðan fimm aðrir eins og Kalifornia hava trýst á pausu-knøttin.

Felagsskapurin Death Penalty Information Center sigur, at hetta er fyrstuferð í søguni,  at meirilutin av fólkinum í USA nú býr í statum uttan deyðarevsing.

Ein sum kortini ikki er fegin um avgerðina hjá kaliforniska guvernørinum er amerikanski forsetin, Donald Trump. Í einum twitter boðum sigur forsetin, at hetta eru ísakaldir mordarar sum sita og bíða eftir síni revsing, og at tað er skeivt ímóti avvarandi hjá teimum, sum hesir hava dripið, ikki at fremja deyðadómin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo