Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

Ísland vann 2-0 á Kosovo og hevur tryggjað sær eitt pláss fyri fyrstu ferð í HM-kappingini.

- Vit fara til Russlands, rópti íslendski frásøgumaðurin, tá ið dómarin hevði blást dystin av.

Fótbóltsævintýrið hjá íslendingum fær bara ongan enda. Eftir at hava sjarmerað alt Europa undir EM, er landið við bert 330 000 íbúgvum klárt at fara til HM í Russlandi komandi summar.

Gylfi Sigurdsson og Jóhann Berg Gudmundsson eru stóru hetjurnar í Íslandi í kvøld við hvør sínari skoring.

Til lukku Ísland, siga vit hiðani!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo