Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Starvsmannafelagið: Hóast føroyskir stjórar ikki eru í sama klassa sum t.d. stjórin í Nets, ið fekk eina “lønarviðbót” uppá 500 milliónir krónur afturfyri at hava staðið fyri at skráseta fyritøkuna í keypskálanum í Keypmannahavn, ella sum fyrrverandi stjórin í Novo Nordisk, ið fekk slakar 73 milliónir krónur, tá hann skifti stjórastarv, so hava vit kortini fleiri dømi um fráfaringaravtalur uppá nógvar milliónir krónur.

Í ávísum førum er talan um avtalur, sum hava loypt øði í fólk.

Í lesarabrævi sínum, sum er nevnt í fyrstu greinini í hesi røðini um topplønir og gylt lógvatøk, vísir Per Stig Møller, fyrrverandi danskur uttanríkisráðharri á, at man í grundini ikki kann lasta stjórarnar fyri at taka av einum tilboði, sum gevur teimum ein eyka lønarposa.

Hinvegin kann man lasta nevndunum, sigur danski politikarin, tí tað eru tær sum gera av, um slíkar skipanir kunnu setast í verk.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo