Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Eg fari staðiliga at heita á Føroya Løgting um at hækka veitingina til Føroya ProVita.

ProVita ger eitt stórt arbeiði, tá tað snýr seg um upplýsing og um verju av ófødda barninum. 

Samstundis rætta tey hondina út til tær kvinnur, sum uppliva sorgfullu avleiðingarnar, ein fosturtøku, kann hava við sær.

Tað er orsøk til at síggja týdningin av arbeiðnum tey gera, í og við, at eisini føroyskar kvinnur fáa framt fosturtøku, og uppliva somu djúpu sorgina, vit hoyra um, frá granskingum uttanlands.

Lat okkum geva felagskapinum ta viðurkenning tey hava uppiborið fyri sítt arbeiði. 

Sum nú er, er játtanin 200.000 kr árliga. 

Margretha Kjærbæk
Sjúkrarøktarfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo