Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Tað verður enn tikið til, hvussu ekstremt ábyrgdarleys tjóðveldiskvinnan Jóngerð Purkhús var, tá ið hon  sum fíggjarministari síðst í 1980´unum stóð í miðlunum og messaði ferð eftir ferð, at Føroyar vóru fíggjarliga sera væl fyri, og allir grunnar vóru á tremur av pengum.

Lands-"STÝRID" stýrdi slett ikki, men hugdi at og valdi rolluna sum statistur; - man táttaði ongastaðni, men lat bara standa til, so økonomiin fór heilt yvir gevind.

Bankarnir sluppu at læna insolventum fólki, uttan nakað eftirlit ella  kreditt-vurdering.

Í staðin fyri at bremsa og útseta stór almenn projekt, settu bæði kommunur og Landið bara fleiri í gongd, so inflatiónin beinleiðis bólgnaði. 

Fáar mánaðir seinni máttu bæði tann braneggjaða Purkhús og aðrir politikarar erkenna, at Føroyar vóru farnar á húsagang!

Henda eskapistiska mannagongd hevur síðani verið kallað Purkhús-effektin!

Man royndi við trúttandi "orða-gandi" at tosa og júkað tann problematiska veruleikan burtur og flýggjaði frá tí nívandi realistiska og kompliceraða gerandisdegnum!

Háfoss-effektin?

Sjálvt um støðan í dag ikki er heilt analog - tað er hon aldrin - so eru kortini nógvir parametrar, sum líkjast hjá tí aktuella Háfossi og tí táverandi Purkhúsi:

Tær eru báðar meira passivir eygleiðarar og statistar, enn aktivir stýrandi regentar. Tað er annars aloftast tann ótakksama uppgávan hjá einumhvørjum finansminstara at bremsa, tátta í og vera nakað av einum ópopulerum  ljósasløkkjara. 

Í staðin fyri hava hesar báðar konflikt-fobisku kvinnur konsekvent valt at peiggjað við einum stórum kusti við optimistiskari ljósareyðari máling, og tað er slett IKKI uppgávan hjá nøkrum finansministara!.

Hvis alt stóð SO væl til, sum HÁFOSSURIN hevur messað, átti hetta "Stýrið" at havt steðgað nógvum aktiviteti og heldur betalt ein stóran part av tí stóru skuldini aftur. Tað hevur man næstan heilt lopið um ella  ignorerað!

Men akkurát nú krevja fakfeløg sjálvandi, at frúgvin K. Háfoss prógvar ta økonomisku super-støðuna við kontantum mammon, sum sera rímuligt er! 

So nú verður Háfossurin trongdur upp í ein sera forútsigiligan  krók av sínum egna møsnandi og ábyrgdarleysa breggi.

Tað almenna forbrúkið hevur ongantíð eksploderað so skjótt og so nógv, sum undir tí passiva  Háfossinum.

Alt hetta kann gerast ein farlig tikkandi bumba undir allari føroyskari økonomi, soleiðis at Háfossa-effektin søguliga helst verður nógv verri enn tann herostratiska Purkhús-effektin var!

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo