Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Vágatíðindi

Local.fo og Faroe Sheep hava gjørt samstarvsavtalu um at selja væl umtóktu seyðaskinnini úr Bø á nethandlinum hjá Local.fo. Tískil er nú møguligt at bíleggja seyðaskinnini og fáa tey send kring allan heimin.

Faroe Sheep heintar og haggreiðir í dag um helminginum av øllum seyðaskinnum í Føroyum. Arbeiði byrjaði á heysti í 2001 og síðani er virksemi vaksið støðugt til í dag.

Kundarnir lata væl at góðskuni á føroysku skinnunum og serliga er føroysku litirnir serstakir.

Les meira um føroysku seyðaskinnini á nethandlinum hjá Local.fo við at trýsta her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo