Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Útlendis ítróttur

– Rooney fær Ongland í vánaligan form, skrivar Barney Ronay í The Guardian í síni meting av dystinum millum Ongland og Portugal, har Portugal spældi við 10 monnum stóran part av dystinum.

– Formasjónin hjá Onglandi skapti bara ruðuleika, og var bert ein fyrimunur fyri Rooney, liðskiparan, og ikki fyri mest produktivu áloypararnar hesa sesongina, skrivar kendi viðmerkjarin Henry Winter í Times.

Danny Mills, verjuleikari við 19 landsdystum, heldur at Rooney ikki skal hava sín núverandi leiklut á landsliðnum, skrivar VG.

– Kane eigur at verða brúktur fremst í einum nummer 9-leikluti, Alli sum 10'ari (sum Rooneyhevur nú) og Rooney út á síðuna ella longur aftur á miðvøllin, um hann kann brúkast í heilatikið, heldur Danny Mills.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo