Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Onnur tíðindi

Landsverk: Hóast várið so smátt er byrjað, er eingin trygd fyri, at ikki hálka framvegis kann koma fyri. Soleiðis var í nátt og í morgun, har 18 saltbilar hjá Landsverki løgdu frá landi klokkan fimm í morgun fyri at fáa saltað landsvegirnar, áðrenn vanliga morgunferðslan byrjaði. Hagtøl hjá Landsverki frá 2007 og frameftir vísa, at nøkur ár sleppur hálkan ikki endaliga sínum taki, fyrr enn umleið hálvan mai. Tí ræður um at vera serliga ansin, tá hitin nærkast frostmarkinum.

Hóast komið er nakað út á várið, mugu bilførarar ansa sær, tá ræður um hálku. Serliga tá hitin lækkar og møguligt avfall er væntandi, eigur altíð hædd at verða tikin fyri, at vegirnir kunnu vera hálir. Sum sæst undir “Fakta” niðanfyri, kann hálka summi ár koma fyri langt út í mai mánaða. 

Hyggja vit eftir vetrinum í ár, er hetta hálkudagur nummar 71 í røðini síðani tann fyrsta, sum var 26.oktober í fjør.

Í alt í ár hevur Landsverk nýtt umleið 1.700 tons av salti og 470 rúmmetrar av saltlaka til at fyribyrgja hálku fram til í dag.

Mótsatt nógvum øðrum árum, hava vit ikki havt serliga nógvan kava hendan veturin, hóast tað um mánaðarskiftið januar-februar kom nógvur kavi niður. Hetta darvaði ferðsluni í nakrar dagar, millum annað máttu Bygdaleiðir avlýsa fleiri rutur onkran av døgunum.

- Tað er framvegis kuldi í luftini, so ikki er óhugsandi, at tað aftur verður hált í nátt og út móti morgni, so tað ræður um at vera ansin, tá farið verður til arbeiðis aftur í morginárið, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum.

Heitt verður á bilførarar at kunna seg um koyrilíkindini her

Eisini ber til at kunna seg á veðurappini hjá Landsverki.

Fakta um hálkudagar
- seinasti hálkudagur í árunum 2007 – 2018

2007 – 15.mai
2008 – 15.apríl
2009 – 31.mars
2010 – 12.mai
2011 – 29.mars
2012 – 18.mai
2013 – 23.mai
2014 – 13.apríl
2015 – 10.mai
2016 – 28.apríl
2017 – 25.apríl
2018 – 07.apríl

Fakta um saltnýtslu
- í árunum 2007 – 2018

2007 – 1314 tons
2008 – 1601 tons
2009 -  1013 tons
2010 – 1691 tons
2011 – 1248 tons
2012 – 2262 tons
2013 – 2187 tons
2014 – 1173 tons
2015 – 2814 tons
2016 – 3468 tons
2017 – 917 tons
2018 – 2803 tons

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo