Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Síggi tað, at Ingolf S. Olsen skrivar aftur. Tó síggi eg ikki, at hann afturvísir nøkrum, sum eg havi skrivað.

Men eitt er, sum tó fellur í eygu míni. Tað er, at Ingolf skrivar, at tað ikki er eitt krav, at Landsstýrismaðurin  brúkar 7% til menningarkvotu og 25% til uppboðssølu.

Eg vil heita á Ingolf, um at lesa síðu 40 í uppskotinum, har stendur skrivað soleiðis.

Uppskotið leggur upp til, at partur av heildarkvotum av svartkjafti, makreli, norðhavssild, botnfiski í Barentshavinum, toski Flemish Cap og botnfiski í Eysturgrønlandi  ALTÍÐ verða boðin út.

Fyri hesi fiskasløg eru sett nøkur mørk, sum verða brúkt í sambandi við sølu av rættindum:

350.000 tons av svartkjafti
100.000 tons av makreli
70.000 tons av norðhavssild
30.000 tons av botnfiski í Barentshavinum
3.100 tons av toski á Flemish Cap
1.900 tons av Botnfiski í Eysturgrønlandi

Lagt er upp til, at 25% av heildarkvotuni, upp til oman fyri nevndu mørk, verða boðin út sum sølukvota, ímeðan nøgdin omanfyri, fer heildarkvotan upp um hesi mørk, verður boðin út sum uppboðsárskvota.

Um vit brúka Flemish Cap sum dømi, so verða 25% av kvotuni - upp til 3.100 tons - seld sum sølukvota, og alt sum er omanfyri tað verður selt sum uppboðsárkvota.

Um Ingolf ætlar at ugga meg við, at hatta er nakað sum stendur í lógini, men landsstýrismaðurin ikki fer at nýta, so fer hann skeivur. Eg trúgvi einki uppá, at hann skrivar nakað í lógina, sum hann ikki ætlar at nýta.

Eg havi einki annað at halda meg til, enn tað sum stendur í lógini, eisini verður tað sum landsstýrismaðurin fer at útinna í veruleikanum.

Hví skal eg halda nakað annað?

Um Ingolf meinar, at hann ikki fer at brúka sínar heimildir, so skal hann sum limur í Vinnunevndini fáa partin um uppboðssølu  og menningarkvotu  úr uppskotinum.

Eg ivist onga løtu í, at hann fær undirtøku fyri tí bæði í vinnunevndini og løgtinginum, og so sleppa vit frá at seta spurningin við, um hatta er nakað, sum fer at verða nýtt ella ikki.

Tá eg sat og skrivaði seinastu grein í gjár, so var tað ikki frítt at tankarnir leitaðu aftur til 90’ini.

Tá lógu 3 línuskip svínabundin við kei í Klaksvík. Hesi skip - Boroyðarnes, Hans Erik og Sigurfari - fóru øll á tvang av tí orsøk, at tey høvdu bara rættindi á Flemish Cap, og ikki kundi fiska á Føroyagrunninum.

Vit kunnu gott koma, um ikki heilt í somu støðu, so líknandi hasari, um vit verða skornir so nógv á Føroyagrunninum.

Ingolf, tygum nýtast ikki at svara, um tygum einki svar hava.

Havi ongar ætlanir um, at vit báðir skulu verða fastir pennavinir. 

Klaksvík 02-10-2017
Líggjas Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo