Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Dysturin í gjár í Trygd kappingini millum Hamar 1 og Háv var sera tættur gjøgnum allan dystin, og var tað ikki fyrr enn í endanum, at Hamar slapp framum Háv og kláraði at halda leiðsluna teir seinastu minuttirnar.

Hávur kom væl frá byrjan, og tað sást, at teir ikki vóru komnir til Havnar fyri at tapa. Hávur fór skjótt frammum og kláraði at fáa eina leiðslu uppá 7 stig, so fyrsti fjórðingur endaði 10 – 17 til Háv.

Í øðrum fjórðingi vóru tað leikarnir í Hamar, ið bardust fyri at fanga Háv aftur, og tá farið var til hálvleiks, vóru teir einast aftanfyri við trimum stigum.

Í triðja fjórðingi vóru tað bæði liðini, ið skiftust um at vera frammanfyri. Fyrst Hamar, síðani Hávur, so aftur Hamar, so Hávur, og at enda fór Hamar framum við 4 stigum. Her var tað serliga Kristian Jakobsen við 8 stigum í fjórðinginum, ið hjálpti at fáa Hamar frammum.

Fjórði fjórðingur var eins spennandi sum triði, og stóð longi á jøvnum, men endin var, at Hamar kom frammum og endaði dysturin 47 – 43 til Hamar.

Toppskorðari hjá Hamar í dag var Kristian Jakobsen, ið fekk 16 stig, og toppskorðari hjá Hávi var leikandi venjarin Rainer Latupeirissa, ið eisini fekk 16 stig.

Komandi vikuskiftið verður aftur dystur á skránni, tá Hamar 2 tekur ímóti føroyameistarunum Ravni.

Myndir frá dystinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo