Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Ismail Haniyeh, leiðarin í Hamas

Ismail Haniyeh, leiðarin í Hamas, eggjar nú palestinum til ein nýggjan uppreistur - til eitt triðja intifada.

Hetta hendir, eftir at Trump í gjár, vegna ta amerikonsku stjórnina, boðaði frá, at hann viðurkennir Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael, og at tann amerikonska sendistovan í Tel Aviv nú verður flutt til Jerusalem.

Hesini boðini hava ikki skapt gleði í Palestina.

- Vit eggja til, og vit eiga at arbeiða fyri at byrja eitt nýtt intifada ímóti tí zionistiska fíggindanum, segði Ismail Haniyeh í einari røðu í Gaza, sambært Reuters.

Hann legði aftrat, at...

- Uppreisturin skal byrja í morgin og halda fram, so eini greið boð verða send til amerikanska forsetan. Vit vilja hava, at uppreisturin heldur á, so at Trump og hertakararnir koma at angra hesa avgerðina. Hendan avgerðin hevur dripið friðartilgongdina.

Hamas hevur havt ræðið í Gaza síðan 2005, tá Ísrael tók seg aftur úr økinum.

Tann fyrsta intifadain var í 1987 og tann seinna í ár 2000. Undir tí seinru intafadaini mistu fleiri hundrað ísrealittar lívið eftir yvirgangsálop frá persónum, sum høvdu tilknýti til Hamas.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo