Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Sum teir flestu ólavsøkugestir helst hava lagt til merkis, so lutar Kiwanis Tórshavn burtur ein bát umvegis lutaseðlasølu í juli og fram til og við sjálvari Ólavsøkuni.

Báturin, sum í ár verður lutaður burtur, er gjørdur av næmingum á Tórshavnar Kvøldskúla við Andrassi Joensen sum lærara. Í sambandi við mentanarnáttina fríggjakvøldið, handaði kvøldskúlin Kiwanis Tórshavn bátin til burturlutingar.

Hetta fór fram á Kongabrúnni, har bæði landsstýriskvinnan í mentanarmálum, Hanna Jensen, varaborgarstjórin í Havn, Gunvør Balle, og forsetin í Kiwnis Tórshavn, Jens Hansen, hildu røður, eftir at Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, hevði sett hátíðarløtuna í sambandi við handanina. Eftir hetta handaði Gunvør Balle, vegna Tórshavnar Kvøldskúla, Jens Hansen, vegna Kiwanis Tórshavn, nøglina til bátin, sum tað sæst á tveimum av myndunum niðanfyri.

Síðani varð báturin flotaður av næmingum og einstøkum kiwanislimum, sum róðu yvir í Vágsbotn og aftur á Kongabrúnna, har báturin varð tikin uppaftur og settur á ein trailaravogn klárur at fara út leygardagar í juli i miðbýin í Havn og sjálvandi ólavsøkudagarnar, har kiwnislimir standa og selja lutaseðlar á 20 krónur stykkið.

Umframt bátin eru eisini aðrir góðir vinningar á lutaseðlinum. Inntøkan av lutaseðlasøluni fer óskerd til endamálið hjá Kiwanis, sum millum annað er at stuðla treingjandi børnum, barnafamiljum, sjúkum og átøkum annars, ið eru børnum at frama.

Sí myndir her

Myndir: Kári Mikkelsen/Punktum.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo