Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Brúkaraumboðið minti herfyri ein handil á, at tá lýst verður við vørum, har prísirnir eru lækkaðir, skal eisini upplýsast, hvat prísurin var áðrenn. Handilin hevði almannakunngjørt eitt lýsingarblað.

Prísirnir á vørunum vóru lækkaðir, men handilin upplýsti ikki, hvat upprunaligi prísurin hevði verið.

Brúkaraumboðið gjørdi handilin varugan við, at lógin um marknaðurføring sigur, at í slíkum førum skal upprunaligi prísurin eisini upplýsast.

Brúkaraumboðið ger ikki meiri við hetta málið, tí handilin ásannaði, at talan var um mistak, sum ikki skuldi endurtaka seg og at marknaðarføringslógin framyvir verður hildin.

Í § 9, stk. 3. í lóg um marknaðarføring stendur: Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo