Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Fleiri og fleiri handilsketur í Danmark eru farnar at taka pengar fyri plastposar, og rokna harvið við, at nýtslan minkar munandi.

Eisini Bog & Idé ger tað sama, skrivar BT.

Tað vil siga, at gjaldast skal fyri plastposan, sjálvt um ein kundi hevur keypt fyri fleiri túsund krónur.

Tað skrivar Bog & idé sambært Retailnews í einum tíðindaskrivi.

Kundarnir hjá Bog & idé fáa hvørt ár tilsamans 4,4 milliónir ókeypis posar, sum svarar til 35 tons plast.

Við at taka pengar fyri posarnar roknar Bog & idé við at nýtslan av plastposum minkar við 20 tonsum í 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo