Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Vinna

Mynd: VP

Handverkarar hava sitið í seming við arbeiðsgevararnar síðani í gjáramorgunin, men nú eftir klokkan 17 í dag er tvey ára sáttmáli undirskrivaður.

Tað váttar Terji Sigurðsson, semingsmaður, fyri VP.

Lønarhækkingin er:                         

 1. oktober 2018        2,59%

 1. oktober 2019        2,56%

Umframt lønarhækking er viðbótin fyri 3. ára starvsaldur hækkað til 2,5%.

Umframt hækking av løn og viðbót fyri starvsaldur, eru tillagingar gjørdar av dagligu arbeiðstíðini, sum er víðkað 1 tíma soleiðis, at til ber at arbeiða til vanliga løn frá kl. 06.00 á morgni til 18.00 á kvøldi. Hetta merkir, at tímin millum 06.00 og 07.00 á morgni nú kann arbeiðast fyri vanliga løn heldur enn fyri 100% í yvirtíð. Lærlingasáttmálin er broyttur soleiðis, at lærlingar 3. og 4. árið fáa eina lønarhækking umframt, at eftirlønin hjá lærlingum er hækkað frá 7,5% til 13%.

Karmurin er sostatt 5,82%, sum er á sama støði, sum aðrar semjur í hesi samráðingarrunduni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at eftir drúgvar samráðingar er komið á mál, og serliga at arbeiðstíðin við hesi semju er vorðin meira fleksibul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo