Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Artemy Lebedev er ikki hvør sum helst. Eitt nú er hann av teirri víðagitnu russisku Tolstoy ættini.

Men hann er eisini ríkmaður, sniðgevi, bloggari og so er hann íðin ferðamaður. Og hann hevur verið í øllum heimsins londum, eisini tá sjálvstýrandi øki sum Føroyar eru tald við.

Herfyri var hann spurdur í russiskari sjónvarpssending, hvørji trý tey bestu londini, hann hevur vitjað, eru. Hann segði at Japan lá nummar eitt, Føroyar nummar tvey og síðani Ný Sæland.

Artemy Lebedev er kendur fyri sína persónligheit, millum annað brúkar hann ofta ljótan munn.

Um Føroyar sigur hann (frá 16:13 í samrøðuni) "...har er eitt helvitisdeiligt land, Føroyar. Tað er næstan sum Ísland men minni og við sínum absolut einastandandi stemningi... tá ið tú ert har, kennir tú líkasum okkurt serligt er "spilt" í luftini, nakað sum tín sál kann skilja so væl í allari hesari náttúruni har norðuri og tað kennist perfekt í Føroyum".

Ivan Eysturland hevur umsett orðini hjá Artemy Lebedev í russisku sendingini. Ivan hjálpti eisini Artemy Lebedev, tá hann vitjaði her í 2012.

Tema frá túri hansara í Føroyum kann síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo