At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Hetta orðafellið rann mær til hugs, tá ið eg las greinina hjá formanni Føroya Pedagogfelags, har hann, uttan at seta seg inn í viðurskiftini, sleingir um seg við gitingum um politisk viðurskifti og samtyktir, sum eru púra óviðkomandi fyri eitt fakfelag at blanda seg uppí.

Í greinini, sum nú um dagarnar liggur úti í almennu miðlunum, skrivar Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, eina rættiliga politiska grein, har hann skilagott vísir á, “at tað er neyðugt at man ásetir ein nomeringslykil og eina fasta tímajáttan”.

Men so fer fakfelagsformaðurin av sporinum og byrjar at føra fram sínar, tíverri ógrundaðu, hugsanir um beinleiðis politisk viðurskifti – eitt nú skrivar hann:

· Ansingargjøldini lækka ikki. Tey verða bara tikin inn á annan hátt.

· Man sníkir gjøldini inn á annan hátt. Eitt nú við gjaldi fyri matarskipanir.

· So spurningurin er, um gjaldið veruliga lækkar, ella tað bara er eitt heiti.

· So nógvur peningur verður tikin úr økinum, at kommunurnar verða noyddar at spara.

· Hvat hendir, tá politikararnir síggja, hvussu nógvur peningur verður brúktur til stovnarnar?

Púra ógrundaðar illgitingar
Sum kommunupolitikari og formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung hjá Klaksvíkar býráð havi eg hesi seinastu árini, í góðum samstarvi við hinar býráðslimirnar, arbeitt hart fyri, at kommunan skal raðfesta dagstovnaøkið í fremstu røð.

Tí er tað ógvuliga hugstoytt at lesa eina slíka illgitandi grein, har ein fakfelagsformaður skjýtur okkum politikarum øll møgulig ljót motiv í skógvarnar. Tað, sum Jógvan Philbrow í grundini skrivar, er, at vit, kommunupolitikarar, als ikki vilja hesum økinum væl.

Jú, sanniliga lækka foreldragjøldini
Tá ið vit tóku við býráðsmeirilutanum í 2013, settu vit okkum fyri at lætta um hjá barnafamiljunum, og úrslitið er eitt foreldragjald, sum hetta valskeiðið fer at lækka samanlagt 35%. Somuleiðis hava vit sett í verk ein hækkaðan barnafrádrátt og hækkaðan systkinafrádrátt, umframt aðrar fyrimunir fyri barnafamiljuna so sum ein bussleið, ið er ókeypis at brúka.

Tiltøkini hava gjørt mun, tí um vit bara taka sjálv foreldragjøldini, so hevur ein familja við trimum børnum í ansingarskipanini millum 1.500,- og 2.000,- kr. meir millum hendurnar um mánaðin.

Eingi gjøld verða sníkt inn
Tað er heldur ikki í tráð við veruleikan, tá ið fakfelagsformaðurin leggur kommunupolitikarar undir at sníkja inn onnur gjøld. Her er hann enntá so frekur at at seta ein spurning við, “um gjaldið veruliga lækkar, ella tað bara er eitt heiti”.

Við øðrum orðum skrivar hann, at kommunurnar hækka onnur foreldragjøld líka so nógv, sum tær hava lækkað foreldragjøldini. Slík skriving hoyrir ongastaðni heima, tí her byggir fakfelagsformaðurin sína skriving á ósannindi.

Eg kann svara fyri Klaksvíkar býráð, at eingin játtan til nakran dagstovn er blivin skerd vegna lækkaði foreldragjøld, og heldur ikki hevur man frá politiskari síðu blandað seg uppí, hvussu dagstovnar skipa sínar matskipanir.

Eingin peningur verður tikin frá nøkrum dagstovni - tvørturímóti
At enda í greinini byrjar fakfelagsformaðurin at sáa misálit á kommunupolitikarar við at seta spurningin: “Hvat hendir, tá politikararnir síggja, hvussu nógvur peningur verður brúktur til stovnarnar?”

Ístaðin fyri at fegnast um, at vit í dag hava politikarar, ið raðfesta dagstovnaøkið so høgt, at teir í fleiri umførum hava hækkað játtanirnar til dagstovnarnar, so velur hann heldur at sáa misálit á hesar somu politikarar.

Eg má undirstrika, at fyri tað fyrsta er lækkingin í ansingargjøldunum fult fíggjað við øktum játtanum. Tað vil siga, at tað verður ein serstøk játtan sett av til júst tað, og tann samlaða játtanin til raksturin av stovninum verður sostatt ikki ávirkað.

Føroya Pedagogfelag er ikki ein politiskur flokkur
Lat meg at enda minna á, at tað er ikki uppgávan hjá formanninum í pedagogfelagnum at hava eina meining um lækking ella hækking av foreldragjøldum. Tað er nevniliga ein reint politiskur spurningur, og Føroya Pedagogfelag er ikki ein politiskur flokkur.

Heldur enn at brúka sína orku til eitt konstruktivt kjak við kommunurnar um, hvussu vit best lyfta dagstovnaøkið, velur fakfelagsformaðurin at sleingja um seg við gitingum um politisk viðurskifti og samtyktir, sum eru púra óviðkomandi fyri eitt fakfelag at blanda seg uppí.

Slík skriving hóskar ikki einum fakfelagsformanni – og minst til: Hann, ið gitur, hann lýgur.

Klaksvík, 7. januar 2016
Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini børn & ung hjá Klaksvíkar býráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo