Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

Á videoupptøkuni her á síðuni verður nevnt, at stóri húseiturkoppurin, sum herfyri varð sæddur í Havn, kann bíta.

VP hevur í tí sambandi spurt Maritu Gulklett, sum saman við Jens Kjeld Jensen hevur stóran kunnleika um eitt nú eiturkoppar, um hetta man vera tann fyrsti í Føroyum sum bítir. Men tað er tað ikki, sigur Marita Gulklett.

- Allir eiturkoppar kunnu bíta. Men tað eru ikki allir, sum kunnu bíta gjøgnum húðina hjá fólki. Men tað ger tann stóri húseiturkoppurin, sigur hon.

Sambært tí sum sagt verður í filmsbrotinum er kortini onki at vera bangin fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo