Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Onnur tíðindi

Her er forsíðan á Sosialinum í kvøld. Hanna Jensen, sum er aktiv í Filadelfia í Gøtu, og er løgtingsumboð fyri Framsókn, hevur fingið munnkurv frá Zachariasi Zachariassen.

Tað skrivar Sosialurin á forsíðuni.

Hanna Jensen var saman við Jógvani á Lakjuni í hørðum kjaki í Kringvarpinum týskvøldið, har hon gjørdi greitt, hvat hon sum politikari helt um ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini.

Hóast tey bæði hoyra til brøðrasamkomurnar í Føroyum, vóru tey alt annað enn samd um hetta málið.

Sjálvt verturin gav eisini ábendingar um, at hann hoyrdi til eina av brøðrasamkomunum.

Eftir øllum at døma er hetta eitt rættuliga avgerandi mál fyri hesa samkomu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo