Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vágatíðindi

Sólbjørg L. Magnussen, lærumeistari, Hanna Kristina Krossgil og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Mynd: Pætur Rasmussen

Hanna Kristina Krossgil varð í summar útlærd sum skrivstovufólk hjá Atlantic Airways.

Hon hevur staðið í læru á sølu- og kundatænastuni í trý ár, og lærumeistari var Sólbjørg L. Magnussen.

Hanna Kristina heldur fram í starvinum á sølu- og kundatænastuni, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við útbúgvingini, sigur Atlantic Airways í fráboðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo