Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Vinna

Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, hevur boðað frá, at reiðaríið hevur ætlanir um at byggja nýggjan trolar fyri rækjutrolaran Ran, ið var seldur til Nigeria fyrr í ár. Kostnaðurin er 300 mió. kr.

Tað hevur annars verið nógv frammi, at nýggja fiskivinnulóggávan við tilfeingisgjøldum og uppboðsølu av rættindum/kvotum hevur forðað fyri íløgum í nýggj skip.

Spurdur, um grundarlag er fyri tí við uppboðssølu og tilfeingisgjøldum, er Hans Andrias Kelduberg avgjørdur.

- Nei, uppboðsølan skal vekk, og tað havi eg víst á fleiri ferðir. 

- Einki nýtt skip kann dúva uppá eina uppboðssølu, men tað mugu langtíðar rættindi til um ein slík verkætlan við nýggjum skipi skal eyðnast.

Hans Andrias sipar til greinina hjá Bjarna Petersen, skipara á Arctic Viking, har víst varð á, at russar og norðmenn v. m. hava gjørt stórar íløgur í nýggj og framkomin skip, meðan føroyingar fiska við gomlum og ótíðarhóskandi skipum.

- Vit eru eftirbátar á fiskifeltinum. Vit hava ineffektiv skip og brúka alt ov nógva olju í mun til hvat kemur inn á dekkið.

- Tey nýggju skipini eru munandi effektivari og brúka minni olju, vísur reiðarin á. 

- Nýggjar íløgur vera ikki gjørdar fyrrenn verandi fiskivinnuskipan er broytt, soleiðis at langtíðar loyvir eru á skipunum, so tey aftur kunna geva avkast.

- Um hetta ikki hendir skjótt, so doyr vinnan spakuliga burtur, og Føroyar fara at útflyta munandi minni.

- Tað er faktist óhugnaligt, hvussu skjótt tað gongur. 

- Longu í ár er útflutningurin minkaður munandi, og tað kann elva til ávísar trupulleikar fyri landskassan, tí pengar mangla í til vælferð og annað, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo